Týsdagin 14. juli klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað aftur, og tá er seinasta freist í hesum umfarinum at flyta spæliloyvi millum feløg - Mynd: Hans Erik Danielsen
Týsdagin 14. juli klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað aftur, og tá er seinasta freist í hesum umfarinum at flyta spæliloyvi millum feløg - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur týsdagin 14. juli klokkan 16:00.
Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2026, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.
Til fyri fýra árum síðani var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil týsdagin 14. juli 2026 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



