Tá hin ótakksami og støðugt misnøgdi biður um ráð, skalt tú varða teg
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá hin ótakksami og støðugt misnøgdi biður um ráð, skalt tú varða teg
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Norðadalur. Mynd: Jóhanna Alberg

Norðadalur. Mynd: Jóhanna Alberg

Norðadalur. Mynd: Jóhanna Alberg

Lendisætlan er eitt orð, ið hevur verið nógv brúkt í politiska kjakinum, og alt ov mangan hava vit sæð, at vinna og aðrir áhugapartar renna saman. Til tess at tryggja, at allir áhugapartar virka undir skipaðum viðurskiftum og karmum, er neyðugt við eini lendisætlan. Vit eru vorðin alsamt meira virkisfús, og tørvurin á eini burðardyggari lendisætlan er tískil vaksandi.

Náttúrukortlegging er eitt hent amboð, og er sjálvi grundarsteinurin undir lendisætlanini. Við at kortleggja náttúrusløgini í Føroyum fæst eitt yvirlit yvir Føroyar, ið lættir um fyrisiting av lendinum.

Náttúrukortlegging kann vera við til at nøkta nakrar av lyklatørvunum í Føroyum. Við henni ber eitt nú til at staðfesta ta bestu búnaðarjørðina og á tann hátt styðja undir betri sjálvbjargni við mati, eins og tilber at eyðmerkja tey serstøku náttúruøkini til tess at verja lívmargfeldið. Harumframt kunnu eisini staðfestast bestu lendini til byggiverkætlanir, soleiðis at tær taka hædd fyri bæði menniskjaligum tørvi og burðardyggari nýtslu av lendi.

Mangan hevur tað elvt til mótstøðu, tá eitt nú kirkjur, tunlar og vindmyllur skulu byggjast. Hetta er harmiligt, tí eingin veruligur vinnari er í einum slíkum stríði. Annaðhvørt verður bygt í serligum náttúruøkjum, tí góðu landbúnaðarjørðini, ella steðga verkætlanir, ið nógv fígging longu er brúkt til.

Somuleiðis er tað mangan komið fyri, at verkætlanir eru nógv seinkaðar vegna vantandi fyrireikingar- og kanningararbeiði av lendinum, og teir meirkostnaðir, ið standast av hesum, enda á skattgjaldarans rokning. Er náttúran kortløgd frammanundan, so er minni vandi fyri at koma í slíkar óhepnar støður. Harumframt lættir tað um fyrisitingina av lendinum, um tað frammanundan er greitt hvar byggjast kann og ikki.

Náttúrukortlegging er púra vanlig í grannalondum okkara. Útlendskir granskarar, ið koma hendan vegin, halda tað vera heilt burturvið, at vit ikki gera hetta í Føroyum. Eitt nú Noreg er ógvuliga frammarliga á hesum øki. Har er náttúrukortlegging lógarkrav, og har ganga vinna og náttúra hond í hond heldur enn at leggja fót fyri hvørjum øðrum.

Tjóðsavnið er longu í ferð við arbeiðið at kortleggja náttúrusløg í Føroyum - serliga í láglendi. Føroyar hava ikki stórt landøki, og tað hevði ikki tikið drúgva tíð - helst bara fá ár - at kortlagt allar Føroyar í náttúrusløg. Stór øki kunnu kortleggjast innan stutta tíð, og at veitt fígging til hetta hevði verið ein skilagóð íløga, sum í longdini hevði havt stórar sparingar við sær vegna greiðari og smidligari fyrisiting av byggisamtyktum og verkætlanum annars.

Eg vil enda við at siga, at vit í mong ár hava tosað um at gera eina lendisætlan fyri Føroyar. Vit hava ein vaksandi tørv á einari burðardyggari lendisætlan nú, og helst í gjár. Fakkunnleikin er her, nú manglar bert tann politiski viljin.

Jóhanna Alberg
Lívfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #