Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Vinna

Ófriður er á altjóða partabrævamarknaðunum eftir stórt fall í USA í gjár. Nasdaq 100 fall 6,4 prosent, S&P 500 4,4 prosent og heimsindeksið MSCI World 3,3 prosent. Serliga partabrøv knýtt at vitlíki vóru hart rakt.

Ótti fyri avmarkingum á bygging av dátumiðstøðum hevur skakað íleggjararnar. Í dag eru tó tekin um bata, og fleiri tøknipartabrøv hækka aftur. 

Samstundis vísa amerikonsk tøl 165.000 nýggj størv í oktober, munandi fleiri enn væntað. Tað kann økja sannlíkindini fyri einari rentuhækking í desember og leggja nýtt trýst á partabrøvini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #