Mackenzie var leiðari í trúðarbólkinum Good News International Church í Kenya, sum byrjaði í 2003 í strandarbýnum Malindi í Kenya.
Ákærurnar móti Mackenzie er dráp á 191 fólk men tað vóru omanfyri 400 fólk funnin deyð í tí, sum bleiv kallað Shakahola Forest Massacre.
Mackenzie hevur noktað seg sekan í øllum og sigur at hann ikki bað nakran hungra seg til deyðis.
28 fólk vóru partur av hesum rættarmálið og fingu ymiskar dómar, har í millum vaktir, gravarir og hjálparpresturin Mart Mwakalama, sum fekk 160 ára fongsulsdóm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



