Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi
Innlendis ítróttur

Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag: Startur og mál var við standmyndina av Nólsoyar Páll. Ein teinur á góðar 700 metrar bleiv súkklaður, og gekk leiðin niðaneftir Gríms Kambansgøtu, oman eftir Sigmundargøtu, og síðan oman í Vágsbotn, og yvir á mál við tjóðarhetju okkara.

Uppmøtingin var góð og veðrið at kappast var somuleiðis gott.

Kappast bleiv millum ungdómar, kvinnur og menn. Meðan kvinnur súkklaðu í 30 minuttir, og síðan tvey umfør, so súkklaðu menn og ungdómur 40 minuttir, og somuleiðis tvey umfør.

Tað var ongin ivi um hvør var stinnast. Tað gingu ikki nógvir minittur so settu Pauli Poulsen og Konstantinos Garoflos, báðir úr felagnum Troy, ferðina upp, og súkklarar mistu tá hjólið hjá Paula og Konstantinos niðan tungu brekkuna, niðan móti Samkeyp á Sigmundargøtu.

Ein túr í asfaltið
Aðrir royndu at halda tørn. Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur Eliassen teljast somuleiðis millum okkara sterkastu súkklarar, og teir royndu alt teir vóru mentir at koyra Paula og Konstantinos inn aftur. Eisini Hilmar Hansen og Bogi Gregersen ”stríddust fyri lívinum”.

Bergtór var óhappin tá framhjólið punkteraði og hann reyk sær ein túr í asfaltið. Tað bleiv tí ikki Bergtór sum á Ólavsøku stríddist um bronsuna, men Jákup Petur.

Klokkan ringdi tá 40 minuttir vóru farnir, og nú vóru bara tvey umfør eftir hjá Paula og Konstantinos, sum høvdu lagt allir hinar kappingarneytarnar afturum. Báðir sterkir súkklarar. Og ágrýtnir. Føroyameistarin 2026 skuldi finnast, og hesin bleiv ikki funnin fyrr enn endaspurtruin var av. Tað var sera tætt millum Troy súkklararnar. Pauli átti munin og vann við bert  einum brøkparti av einum sekundi.

Tríggjar kvinnur bjóðaðu av
Tríggjar kvinnur kappaðust um føroyameistaraheitið. Allar vóru tær javnt sterkar, men átti Rigmor Kølleskov munin, og fekk tíðliga í kappingini lagt seg á odda, har hon helt seg til klokkan eisini ringdi fyri, at nú hevði hon ”bert” tvey umfør eftir. Ein tryggur sigur hjá Rigmor.

Meira spenningur var í kappingini um silvurheiðursmerkið. Mai-Britt Svalbard Hansen lá leingi á einum tryggum 2. plássi. Hesa støðu bardist Mai-Britt fyri at halda, og hesa støðu bardist Bjørg Árnadóttir fyri at broyta. Tað styttist millum tær, nú finaluumførini skjótt skuldu súkklast. Tá avtornaði vóru bert 17 sekund millum tær báðar, millum silvurið og bronsuna.

Tvey ungdómar luttóku. Jónatan Gregersen og Benjamin Crooks. Báðir hava teir ment seg nógv síðan hesir ungu garpar byrjaðu súkklingina.

Seinast hesir kappaðust var á Vestanstevnu. Tá var teinurin so flatur sum tilber í Føroyum, og tá átti Benjamin munin. Nú skuldu ungu súkklararnir aftur og aftur stríða seg niðan Gríms Kambansgøtu. Jónatan fekk nú ágóðan av sínari styrki, ið eru brekkur og niðankoyringar, og hann vann tí dystin millum teir báðar á hesum sinni.

Næsta kapping verður um góðar tríggjar vikur. Tann 19. august byrjar stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026.

Úrslit frá FM í Býarsúkkling sæst her:

https://my.raceresult.com/413037/results

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #