

Reidar Nónfjall á Facebook: Fleiri av seinastu politisku veljarakanningunum hava givið sitandi samgongu vánalig úrslit, meðan andstøðan stendur sterk.
Hetta sær út til at vera vanliga politiska pendulið, sum svingar - tann, sum situr við politiska ræði, tekur avgerðir og handlar, verður revsaður, meðan tey, sum kritisera og geva tóm lyftir, verða lønt.
Eisini er nakað, sum bendir á, at veljarin vil polarisering og politiskt fýrverkarí, heldur enn breitt politiskt samstarv at loysa størri politisk mál og verkætlanir.
Les meira niðanfyri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo