Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað er syndarligt, at tað nú eru færri fólk, ið fáa lut í einari bráðfangishjálp, tí at Javnaðarflokkurin hugsar meira um hvør skal hava heiðurin á sosialum miðlum, enn at hjálpa teimum ið eru fíggjarliga sperd. 

Fyrst vildu tey ikki skriva undir so, at andstøðan fekk lagt uppskotið fram í vár, tá orkuprísirnir spolaðu avstað.  

Tey feldu síðani uppskotið í heyst, tí at hetta var eitt andstøðuuppskot. Tey hildu ikki, at skipanin við orkuískoyti er ein haldbar loysn  

40 dagar seinni løgdu tey so eina lágprís útgávu fram av sama uppskoti. Og nú skuldi víkjast frá øllum tíðarfreistum. Uppskotið hevði stóran skund. Tey søgdu, at tað eru fólk, ið hava tørv á hjálpini, beinanvegin. Ja tað hava vit roynt at gjørt greitt í fleiri mánaðir.  

Vit kundu samtykt eitt nógv betri uppskot 
Tað góða er, at fólk nú fáa eina lítla hjálp á 5.000 kr. Vit høvdu ynskt, at okkara uppskot á 7.000 kr varð samtykt. Men so varð ikki. Tí nú eru tað tíverri bara tey húski, sum hava inntøku undir 300.000 kr, ið kunnu søkja. Tað hevði kostað 1,8 mió kr at hækka inntøkumarkið upp í 350.000 kr og raðfest 7.000 kr í staðinfyri 5.000 kr. Men tað vil samgongan ikki.  

Tað verða færri, ið fáa hjálp 
Øll vita, at kostnaðarstøðið og allar lønir eru farnar upp. Tað vera tí færri fólk, sum fara at fáa hesa hjápina, ið nú er samtykt. Tey sum fella fyri hesum hámarkinum, eru ikki vælbjargað. Og hesum veit landsstýriskvinnan í Almannamálum sjálvandi av.  

Húski, sum einans hava eina samlaða inntøku millum 300.000-350.000 um árið, eru eisini sperd. Hetta eru eitt nú stakir pensjónistar við lágari pensjón, fyritíðarpensjónistar við heimabúgvandi barni, sum hevur eina lítla inntøku, stakir uppihaldarir, familjur við bráðfangissjúkum og barnafamiljur við einans einari inntøku. Tað er tungt at siga "gleðilig jól" við hesi menniskju.  

Samgongan segði nei takk til eitt betri uppskot, ið hevði kostað 3,8 mió kr í alt. Tey søgdu at enda ja takk til eitt verri uppskot, ið kostar 2 mió kr. Tað er harmiligt.  Sjálvandi tóku vit undir við uppskotinum. Hetta er betri enn einki.  

Fólk gjalda fyri at, samgongan spælir høgt spæl  
Tað hevði verið tápuligt at spælt sama spæl sum samgongan, ið ikki hevur áræði at taka undir við einum andstøðuuppskoti. Tíverri hugsa tey meira um hvør skal hava heiðurin av uppskotinum, enn um góðan og málrættaðan politikk fyri Føroya fólk.  

 

Í minsta lagi er tað sera greitt nú 
Sosialpolitiska kumpassin hjá Javnaðarflokkinum, er sett til týdningarmeiri átøk.  

MVG frítøkur til ferðafólk, ein serligur skattalætti til ein ávísan bólk og ikki at gloyma 50 mió kr til arbeiðandi pensjónistar. TAÐ er týdningarmeiri fyri flokkin, ið sigur seg arbeiða fyri einum javnari samfelagi.   

Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #