Sernám: Sum áður kunngjørt hevur landsstýrismaðurin avgjørt, at ráðgeving eftir Karlstad-leistinum skal halda fram. Samstundis verður tænastan víðkað, so hon ikki longur er avmarkað til børn og ung, ið hava Down-syndrom, men eisini verður ein møguleiki hjá øðrum børnum og ungum við stórum, varandi ella samansettum mál- og samskiftisavbjóðingum.
Við útboðnum verður leitað eftir veitara, sum hevur serligan serkunnleika innan Karlstad-leistin og royndir við alternativum og stuðlandi samskifti. Veitarin skal veita fakliga ráðgeving og vegleiðing til børn, ung, avvarðandi og starvsfólk á dagstovna- og skúlaøkinum, og arbeiðið verður skipað í tøttum samstarvi við Sernámsdeildina í Undirvísingarstýrinum.
Um útboðið førir til, at hóskandi veitari verður funnin, er ætlanin, at ráðgevingartænastan verður víðkað fyrst í komandi ári. Tá fáa dagstovnar, skúlar, sertilboð, foreldur og onnur áhugað nærri kunning um skipanina, herundir hvussu tilmelding og atgongd til tænastuna fara fram.
Útboðið er kunngjørt 13. november 2026, og freistin at lata inn tilboð er 15. desember 2026. Sí Keypsportalur
Nærri kunning
Nærri kunning um komandi skipanina verður almannakunngjørd, so skjótt arbeiðið við at velja veitara er liðugt. Inntil tá ber til at lesa frágreiðingina um Karlstad-tænastuna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum Frágreiðing um Karlstadtænastu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



