Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur sett Rakul Mikkjalsdóttir sum sertannlækna til børn og ung, ið hava tørv á tannrætting.

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna ongan fastan sertannlækna havt til tannrætting, og uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark. Fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul Mikkjalsdóttir varð sett í starvið.

“Eg havi glett meg til at byrja í starvinum. Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og hetta er eitt starv, eg havi havt í huga leingi, og nú var møguleikin har”, sigur Rakul Mikkjalsdóttir.

Rakul Mikkjalsdóttir byrjaði í starvinum 1. September og starvast á tannlæknastovuni á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Tannrøkt til øll børn og ung
Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár alla neyðuga tannrøkt. Tilboðið fevnir bæði um vanligt eftirlit og viðgerð og um tannrætting og skaðar.

Umleið 6000 børn og ung eru knýtt at Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #