Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Tað verður nú munandi bíligari hjá landsins stovnum at keypa inn til dagliga raksturin. 

Tað er greitt eftir, at Keyp landsins hava gjørt fimm avtalur um rammusáttmálar fyri keyp av brúkspappíri, battaríum, einnýtis búnýti, posum og sápum.  
 
Í 2024 keypti landið hesar vørur fyri smáar fimm milliónir krónur. Um keypt var eftir nýggju rammusáttmálunum hevði talan verið um eina sparing á hálva triðju millión. Í prosentum er talan um eina sparing á umleið 53 prosent.

- Tað at tað eydnast at fáa so góðar prísir eftir fleiri árum við prísvøkstri í samfelagnum vísir á týdningin av, at vit í felag bjóða vørur og tænastur út, so at pengarnir hjá borgarum verða brúktir skynsamt. Fyri at tryggja langtíðarhaldføri hjá landskassanum mugu vit øll gera okkara fyri at tryggja framtíðar vælferðina, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

15 fyritøkur lótu landinum 52 tilboð inn til teir fimm rammusáttmálarnar. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo