Tá tað gjørdist greitt, at reyði tráðurin hjá RAVSØGN, var ein forteljing um sagnir í tónleikahami, skuldi ein søgn finnast fyrst. Og bólkurin visti longu hvør søgnin skuldi vera, ið LoFi skuldi leggjast til, áðrenn nakað annað við verkætlanini var avgjørt: Kópakonan. Hesa ferð, fylgja vit sjónarmiðinum hjá manninum í søgnini, og koma at merkja, at hann ferðast millum rúsandi dreymar og veruleika, á markinum til at uppnáa æviga alvitandi tómleikan, ið kemur av, at hava verið ov nær náttúruni og tí yvirnáttúrliga. Júst sum kópahamur hennara máar burtur, og hann stendur á køldu klettunum og sær alt fyri sær aftur, letur hann seg eisini úr, eitt tilvitskulag fyri og annað eftir, inntil fatan hansara av tí, sum var, fer at henda og sum hendir, gerst eitt, og hitt svarta tómrúmið er alt, ið eygað sær.
Útgivið:
Talgilt á øllum stroymistøðum uttan Spotify.
Lurta her: https://ffm.to/deagqnr
Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Ári Berghamar Danielsen (orð)
Djóni Nolsøe Fischer (lag)
Baldur Meitil (lag)
Tónleikarar
Ári Berghamar Danielsen (trummur)
Baldur Meitil (klaver, harmonika)
Djóni Nolsøe Fischer (bass)
Teitur Tauser (sang)
Justin James Villanueva (saksofon)
Framleiðsla
Baldur Meitil (framleiðsla)
Djóni Nolsøe Fischer (framleiðsla, ljóðbland, frumband, perma)
Ári Berghamar Danielsen (perma)
Anton Storm Wich (perma)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



