Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026: Úr útheimi koma árin, sum broyta lívsvirðini nógv, verður sungið í Føroyingar eftir M. C. Restorff, sum spírin Sophilia tulkaði egið og vakurt í Hoydølum.
Tey orðini minna okkum á, at Føroyar liva ikki avbyrgdar frá umheiminum.
Trygdarstøðan í Evropa og um okkara leiðir er vorðin munandi meira avbjóðandi, og tað setur stór krøv til samanhald og samstarv.
Tí er avgerandi, at Føroyar enn sum áður standa saman við okkara sameindu í NATO og vesturheiminum.
Men árin úr útheimi síggjast eisini á annan hátt.
Í dag gongur væl búskaparliga, og so at siga eingin er arbeiðsleysur.
Tí eru nógv útlendsk arbeiðsfólk komin til Føroya. Tey eru við til at halda hjólunum í gongd í vinnuni.
Fleiri teirra hava gjørt Føroyar til sítt heim, duga føroyskt og eru ein virkin partur av okkara samfelagi. Tað er ein styrki.
Men eitt lítið samfelag sum okkara hevur eisini skyldu at hugsa um, hvussu tilflytingin verður skipað.
Vit kenna gongdina frá fleiri grannalondum, har ov skjót og illa skipað tilflyting hevur elvt til stórar avbjóðingar.
Avleiðingin er, at vælferðarskipanir kunnu hokna undir trýstinum.
Teimum royndunum skulu vit læra av.
Annars fáa vit somu trupulleikar og kunnu gerast fremmand í egnum landi.
Tí er farið undir eina umfatandi broyting í útlendingalógini.
Ein lóg um onnur trúarsamfeløg verður fyrireikað, sum staðfestir, at føroysk lóggáva og mentan, fólkaræði, javnstøða og virði skulu virðast.
Men vit mugu eisini gera broytingar alt fyri eitt.
Tí verða reglurnar um familjusameining broyttar sum skjótast, so tað ganga í minsta lagi trý ár, áðrenn samfylgjandi familja kann flyta til Føroya.
Harumframt verður krav sett um reina revsiváttan.
Vit hava stóran tørv á arbeiðsmegi og mugu hava góðar skipanir til frama fyri hetta.
Men vit skulu fremst av øllum tryggja, at føroyska samfelagið framvegis byggir á tey virði, sum hava bundið ættarlið saman og gjørt oyggjarnar til tað, tær eru í dag.
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2026 kann lesast her.
Frágreiðingin er í trimum pørtum: Røða, ískoytispartur og løglisti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



