Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tiltøk

Um- og útbyggingin av Listasavni Føroya er væl ávegis. Arbeiðið við at dagføraListaskálan, víðka føstu framsýningina og byggja nýtt barnahús hevur verið í gongd síðan í vár.

Á reisigildinum fáa gestir høvi at koma inn í Listaskálan og at hoyra meira um byggingina og framtíðarætlanirnar fyri savnið. Á skránni verða røður, og Listasavnið bjóðar ábit og okkurt drekkandi. 

- Vit gleða okkum at lata dyrnar upp og vísa almenninginum, hvussu langt arbeiðið er komið. Listaskálin hevur stóran týdning fyri bæði savnið og føroyska listasøgu, og reisigildið er eitt gott høvi at hátíðarhalda arbeiðið, sum handverkarar og samstarvsfelagar hava lagt í verkætlanina, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya.

Verkætlanin fevnir um eina grundleggjandi dagføring av Listaskálanum, eitt nýtt barnahús og eina útbygging av føstu framsýningini. Endamálið er at skapa betri karmar fyri føroyska list og geva gestum fleiri møguleikar at uppliva og arbeiða við list.

Landsverk er byggiharri, og Búsetur stendur fyri høvuðsarbeiðstøkuni. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt á vári 2028. Listasavnið er opið, meðan bygt verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #