Café Mølin í Skálavík byggir út við 14 nýggjum kømrum, sum skulu vera klár at taka í nýtslu longu næsta summar, og í gjár var reisigildi.
Tað eru hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen sum eiga og reka Cafe Mølina, sum longu hevur fleiri gistingarmøguleikar. Nýggju kømrini verða í tveimum samanbygdum lonum við sjey kømrum í hvørjari. Helvtin fær útsýni út á hav, meðan hini venda niðan móti bygdini.
Frammanundan eru 12 kømur á Mølini, og við útbyggingini verður talið sostatt meira enn tvífaldað.
Hetta er fyrra byggistig av tveimum. Hjúnini hava eisini ætlanir um ein bygning við íbúðum til ferðafólk, sum millum annað kunnu leigast út um veturin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



