Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Løgmaður
Evni: Tænastuboð og eftirlit við landsstýrisfólki
Spurningar:
1. Metir løgmaður tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin eftir neyva viðgerð hevur mett tey vera óheimilað?
2. Hvørji ítøkilig stig hevur løgmaður tikið ella ætlar hann at taka við støði í eftirlitsskyldu síni eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini fyri at fáa greiði á heimildarspurninginum og tryggja, at óheimilað tænastuboð ikki verða givin?
Viðmerkingar:
Í svarinum frá 18. august 2026 upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-004/2026 kemur fram, at fyrisitingin í Vinnumálaráðnum eftir neyva viðgerð metti, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.
Tænastuboðini vórðu tí tikin aftur.
Í sama svari ger landsstýrismaðurin tó greitt, at hann er ósamdur við niðurstøðuna.
Í Degi & Viku 1. september verður landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at hann er til reiðar at geva tænastuboð aftur í málinum, hóast fyrisitingin metir, at heimild ikki er fyri hesum.
Hetta reisir álvarsligar spurningar um rættartrygd og embætisførsluna hjá landsstýrismanninum.
Løgmaður hevur sambært stýrisskipanarlógini skyldu at hava eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Á Løgtingi, 4. september 2026
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



