Ronnie er aktuellur við nýggja lagnum “90’ini (Níti barn)”, sum er ein persónlig og sjálvironisk frásøgn um at vaksa upp í hálvfemsunum, vera komin upp um tey fjøruti og kenna ein longsul eftir eini farnari tíð.
Sangurin byggir á minnir frá barnaárunum, á kærleikan til hiphop og rapp og á kensluna av at vera eitt níti barn. Við einum lættum og óhátíðarligum hugburði tekur Ronnie stigið inn í ein tónleikaheim, hann sjálvur ikki vanliga verður settur í samband við.
- Eg eri als ikki nakar rappari, men havi altíð havt hug at royna tað. Hetta lagið er ein leikandi og óhátíðarlig roynd at gera júst tað, sigur Ronnie.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



