Steinprent: Hon er kend fyri síni slóðbrótandi, kolasvørtu avantgardudesign – leygardagin 29.desember klokkan 15-17 letur Barbara Í Gongini upp sína fyrstu serframsýning við myndlistaverkum. Framsýningin verður í nýggja framsýningarhølinum Uppiá í Steinprenti.
Tó at nýggju verkini ikki hava nakra brúkslistaliga funktión, kenna vit aftur døkka estetikkin hjá listakvinnuni og sniðgevanum, Barbaru í Gongini, sum í 2017 fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt gløgga og listaliga gávaða verk. Í viðtalum við tíðarrit í Danmark, har hon býr, og altjóða, leggur hon aftur og aftur dent á týdningin, sum tilfarið hevur og at vit mugu virða tilfeingið. Eisini nevnir hon altíð sín føroyska uppruna sum ein savnandi klangbotn í øllum, sum hon ger. Hesin klangur sýnist myrkur og harðbalin, men við einum serligum ansi fyri teimum møguleikum, ið spríkja burtur úr júst avmarkingunum.
Í síni myndlist fer Barbara í Gongini á sama hátt kravlítið og reduktivt til verka við monokromari list. Grundleggjandi rótin í øllum verkinum hjá Barbaru í Gongini er tekningin, sum hon er vend aftur til. Men í staðin fyri at vera varaleikari, amboð ella partur av skapanini hjá klædnapløggum, sleppur tekningin við síni titrandi, rútmisku rørslu nú at folda seg út og verða til sjálvstøðug listaverk - myndir, relieff og standmyndir.
Tilfarið, ið er vatn, grafitt, olja, sandur og pappír er partur av einum ráari, frummyndaligari listahugsan, har rørslan innskrivar seg beinleiðis í tilfarið. Verkini kykna tessvegna millum kropp og ætlan, millum tilfarsligt skilvísi og visuella kanning.
Vælkomin til vernissage Uppiá í Steinprenti leygardagin 29.november kl.15-17, har høvi verður at heilsa uppá listakvinnuna og at njóta okkurt gott aftur við listini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



