40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg skrivaði tann 15. mars 2001 frágreiðing til aðalorðaskifti við yvirskriftini: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um uttanlandsmál 2000-2001.

Her sigur fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg tað sama sum Høgni Hoydal segði tann 8. september 2000 við Dimmu, beint eftir ráðstevnuna sum hevði verið í Reykjavík.

Hetta er altso um ta ferðina, tá Høgni, Anfinn og NATO-aðalskrivaran - sambært Høgna Hoydal - samráddust í Reykjavík. 

Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg skrivar millum annað soleiðis í síni frágreiðing til aðalorðaskifti: 

“Í hesum sambandi hevur landsstýrið sæð tað sum sína náttúrligu uppgávu og skyldu at útvega sær kunnleika um okkara trygdarpolitisku støðu og møguleikar. Tí hevur landsstýrið spurt seg fyri bæði hjá donskum myndugleikum og hjá óheftum serfrøðingum, eins og roynt hevur verið at fáa samband við NATO aðalskrivaran um málið.” 

Anfinn Kallsberg segði tað sama við VP í gjár, sum hann skrivaði í síni frágreiðing í 2001.

Og tað sama sum Høgni Hoydal segði við Dimmalætting í 2000: Eingin fundur og eingin samráðing við NATO-aðalskrivaran, men ein roynd at fáa samband. 

Øll frágreiðingin kann lesast: trýst her

Les eisini:

Dimma í 2000: - Tað hevur eingin fundur verið við NATO

Tá ideologiin blindar

At vera ella ikki at vera – í Reykjavík

Høgni Hoydal blívur við at siga ósatt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo