Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Donald Trump forseti handar Rudy Giuliani Presidential Medal of Freedom í Hvíta Húsinum í dag týsdagin 24. novembur 2026.

Hetta er hægsti borgarligi heiður í USA, og Giuliani boðaði sjálvur frá tíðindunum í gjár.

Handanin fer fram klokkan 11:00 lokala tíð (kl. 16:00 føroyska tíð) í dag. Trump hevur í úttalilsum róst 82 ára gamla Giuliani sum "tann besti borgarstjórin í søguni hjá New York City."

Eftir at hava mist advokatloyvið og dømdur at rinda 148 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri ærumeiðing eftir forsetavalið í 2020, gjørdi Giuliani semju í endurgjaldsmálinum í 2025 og fekk harvið varðveitt sína íbúð í Florida og aðrar ognir.

Harumframt náaði Trump hann í novembur 2025 fyri ákærur í sambandi við valið í 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #