Løgtingsins Umboðsmaður: Ein borgari setti Runavíkar kommunu fyrispurningar í sambandi við eina royndarskipan og bað um avrit av møguligu avgerðini um framhald av royndarskipanini. Hóast borgarin vendi sær til kommununa og seinni sendi áminning, avgreiddi kommunan hvørki innlitsumbønina ella fyrispurningarnar fyrr enn eftir, at klagað var til umboðsmannin.
Umboðsmaðurin vísti á, at umbønin um avrit av einari avgerð skuldi metast sum ein innlitsumbøn. Sambært innlitslógini skulu slíkar umbønir avgreiðast skjótast gjørligt, og verður avgerð ikki tikin innan 10 dagar, skal borgarin hava fráboðan um orsøkina, og nær svar kann væntast. Hetta gjørdi kommunan ikki. Tá kommunan at enda svaraði, vísti tað seg, at eingin avgerð um framhald av royndarskipanini var tikin. Skjalið, sum borgarin hevði biðið um innlit í, fanst tí ikki.
Umboðsmaðurin viðgjørdi eisini vantandi svar til fyrispurningarnar frá borgaranum. Hann metti, at talan var um fáar og fyri borgaran viðkomandi spurningar, ið sýntust lutfalsliga einfaldir. Runavíkar kommuna harmaðist um málsviðgerðartíðina og ásannaði, at starvsfólkafrávera ikki er nøktandi grundgeving fyri ikki at svara.
Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at avgreiða innlitsumbønina skjótast gjørligt og fyri ikki at hava kunnað borgaran innan 10 dagar um, at skjalið ikki fanst.
Umboðsmaðurin minti eisini Runavíkar kommunu á, at fyrispurningar frá borgarum eiga at verða svaraðir innan rímiliga tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



