Barnafrádrátturin í Runavíkar kommunu hækkar næsta ár úr 10.500 upp í 11.500 krónur. Skattaprosentið verður óbroytt 21,5, og frítíðarkortið Spjaldrið verður framvegis 3.000 krónur fyri hvørt barn millum 0 og 18 ár.
Hetta er partur av fíggjarætlanini fyri 2027, sum býráðið hevur samtykt við fyrstu viðgerð.
Inntøkurnar eru mettar til 340 milliónir krónur, raksturin til 254 milliónir og íløgurnar til 48,5 milliónir. Ætlaða avlopið er 22,5 milliónir krónur, og eingin lántøka er ætlað.
Raksturin hækkar 5,43 prosent, nú raksturin av nýggju svimjihøllini er roknaður við.
Millum íløgurnar eru 6,9 milliónir til frítíðarskúla og ítróttarhús í Runavík og 3,5 milliónir til Fjøruvegin.
Sambært kommununi er skuldin komin niður á 82,5 prosent av skuldarloftinum, ella 55 milliónir krónur undir loftið.
Onnur viðgerð verður 26. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



