Russiski forsetin, Vladimir Putin, gav mánadagin boð um at víðka russiska herin við 15.500 virknum hermonnum.
Tað stendur sambært tíðindastovuni Reuters í eini forsetakunngerð.
Økingin merkir, at russiski herurin verður mannaður við 2,44 milliónum fólkum tilsamans, harav 1,55 milliónir verður roknað sum virknir hermenn, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



