Tá NATO kemur saman til toppfund í Turkalandi í næstu viku, fara limalondini í samgonguni at binda seg til at veita langtíðar hernaðarligan stuðul til Ukraina, segði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á einum tíðindafundi, sambært Reuters.
Sambært Rutte er boðskapurin hjá NATO til verjuvinnuna at "skalera upp."
Toppfundurin í næstu viku fer eisini at snúgva seg um at umseta eykaútreiðslur til stríðsklárar hernaðarligar førleikar, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



