Suðurstreymoyar Útróðrarfelag skrivar: Dennis Holm hevur rætt í einum: Kjakið um fiskidagar eigur at byggja á fakta og ikki á persónlig motiv.
Vit hava heldur ongantíð sagt, at skerjingin var ein persónlig herferð móti fiskivinnuni.
Vit viðurkenna eisini, at toskastovnurin var illa fyri, og at Havstovan hevði fakligar grundir fyri sínum tilmæli.
Men tað er ikki tað, ósemjan snýr seg um.
Ósemjan snýr seg um spælireglurnar.
Umsitingarætlanin, sum varð sett í verk í 2021, bygdi á eina semju millum vinnuna og myndugleikarnar: fiskidagatalið kundi lækka 5%, vera óbroytt ella hækka 5%.
Í 2024 varð bólkur 3–5 kortini skorin 20%.
Tað er fýra ferðir tann árliga broytingin, sum semjan bygdi á.
Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um broytingina
Dennis vísir á, at vinnan luttók í arbeiðinum við at eftirmeta og víðka umsitingarætlanina.
Men luttøka í einum arbeiðs- ella ráðførslubólki er ikki tað sama sum undirtøka.
Júst her er ein avgerandi upplýsing komin fram.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



