Nú tað bleiv álagt bankunum at gjalda meira í skatti, undrar tað ikki, at teir senda rokningina víðari til kundan.
Men at Føroya Banki í sínum grammleika fór at leggja kr 50,- í avgjaldi á hvørja flyting fyri minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, tað haldi eg er í so grammligt.
Harafturat fingu kundarnir onga kunning um, at hetta avgjald bleiv lagt á flytingar fyri minnisgávur.
Áður hevur bankin ikki tikið ómaksgjald fyri hesa tænastu, men nú fór tað í einum lopi upp á 50 kr.
Tað er altíð ein stórur missur, tá ein av okkara kæru fer, ikki minst, tá ið talan er um fólk í góðum árum.
Ofta velja avvarðandi, at minnisgávur kunnu latast til góð endamál í sambandi við jarðarferðina, og eru tað mong, ið vísa sína samkenslu við at flyta pening ikki minst, tá talan er um ólukkur, og tá ið tað eru yngri fólk, ið eru rakt.
Tað virkar sera ódámligt og kyniskt, at bankin kemur sær at gera sær dælt av hesum.
Eftir mínum tykki átti bankin, sum fleiri ferðir er bjargaður av føroya fólki at víst meiri samfelagssinni og samkenslu.
Hvussu er í hinum peningastovnunum veit eg ikki.
Kundi í Føroya Banka
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



