Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Stuðulstímar til børn við serligum tørvi í Tórshavnar kommunu væntast at kosta 18 milliónir krónur í ár. Tað er tvífalt upprunaligu játtanina á níggju milliónir.

Tað sæst í málinum um eykajáttan, sum kemur fyri býráðið í dag.

Sambært umsitingini hevur nýtslan verið hægri enn játtanin á hvørjum ári síðani 2019. Játtanin hevur ikki fylgt lønarvøkstrinum, samstundis sum barnatalið er vaksið og fleiri málbólkar hava tørv á stuðli. torshavn.fo

Hall frá undanfarnum árum ger, at tilsamans vanta 13,171 milliónir krónur fyri at fáa javnvág í.

Nú verður mælt til at flyta 6,65 milliónir av øðrum kontum til stuðulstímarnar. Mentamálanevndin og fíggjarnevndin taka undir við tilmælinum.

Ætlanin er at fáa fíggjarstøðuna aftur á beint í 2028. Umsitingin vísir á tiltøk at tálma nýtsluni og sigur, at tímar nú bert verða játtaðir í heilt serligum førum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #