Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen skoraðu ávikavist eitt og tvey mál í 4-0 sigrinum á Slovenia. Fyrsta málið var sjálvmál - Mynd: Malena Josephsen
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia – Mynd: Malena Josephsen
Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen skoraðu ávikavist eitt og tvey mál í 4-0 sigrinum á Slovenia. Fyrsta málið var sjálvmál - Mynd: Malena Josephsen
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Slovenia – Mynd: Malena Josephsen
FSF: :– Hetta var fantastiskt, og eg eri heilt ótrúliga errin av hesum gentunum. Tær hildu seg alla tíðina til tað, sum varð avtalað, og um vit vóru eitt sindur hepnari, ja, so vunnu vit við fleiri málum. Men 4-0 er eisini heilt í lagi.
Tað sigur ein fegin Fannhard Skoradal, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í EM undankapping í Slovenia.
Fyrsti dystur í kappingini varð spældur hósdagin, og sigast má, at føroyska liðið er komið flúgvandi frá byrjan. Okkara gentur gjørdu nevniliga bart, og vunnu heili 4-0 á slovensku vertunum, eftir 2-0 leiðslu í steðginum.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var Neja Selan óheppin at seta bóltin í egið mál, og bara tveir minuttir seinni økti Sara Benjaminsen til 2-0. Kára Sigurðsson skoraði til 3-0 tá ein stórur tími var spældur, og eitt korter fyri leiklok var Sara Benjaminsen aftur uppá spæl og sló sigurin rimmar fastan.
Annað umfar í kappingini verður spælt sunnudagin 15. mars. Tá er mótstøðulandið Belgia, sum í fyrsta umfari vann ikki minni enn 11-0 á Aserbadjan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



