

Meira enn 60 milliardir tons av ísi er bránaður á Svalbard, bara í fjør. Tað vísa nýggjar kanningar.
Í fjør var summarið so heitt sum ongantíð áður á norsku oyggjunum, og nú vísa kanningar, at í fjør bránaði eitt prosent av øllum ísinum.
Til samanberingar kann nevnast, at Grønland misti 55 milliardir tons av sínum ísi sama tíðarskeið, hóast ísurin har er 50 ferðir størri enn tann á Svalbard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo