Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Merkisdagar

Tað var ein serligur dagur hjá Signu Mrdalo av Glyvrum, tá hon týsdagin 3. november var uppi í sveinaroynd sum kosmetikari á yrkisskúlanum NEXT í Ishøj í Danmark.

Hon stóð royndina við gullmedalju, frættir VP.

Hetta skal vera fyrstu ferð, at ein næmingur á spa- og wellness-linjuni hjá skúlanum fær gullmedalju til sveinaroyndina.

Kosmetikaraútbúgvingin á NEXT fevnir millum annað um húðrøkt, mýking, sminking og negl røkt. Næmingarnir læra eisini um anatomi, reinføri og kundavegleiðing.

Sambært skúlanum tekur útbúgvingin trý ár og er skipað við bæði skúlagongd og læru á arbeiðsplássi. Hon endar við einari sveinaroynd, har næmingarnir skulu vísa tað, tey hava lært.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #