Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Politikkur

Tórshavnar býráð fekk ikki tikið avgerð í málinum um gegni í sambandi við eldradepilin í Kollafirði á fundinum í kvøld. Sjey býráðslimir fóru av fundinum, og kommunustýrið var tí ikki longur viðtøkuført.

Tað stendur í gerðabókini frá fundinum.

Teir sjey vóru Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen, Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen.

Málið hevur samband við avgerðina frá 17. september um at flyta ætlaða eldradepilin í Kollafirði av Todnesi til Norðreki. Tá varð uppskot frá Bergi Robert Dam Jensen samtykt við sjey atkvøðum móti seks. Seinni hevur ivi um gegnið hjá honum í hesum málinum stungið seg upp.

Teir sjey, sum nú fóru av fundi, eru somu sjey limirnir, sum atkvøddu fyri flytingini í september.

Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur, hevði biðið um at fáa gegnisspurningin hjá Bergi Robert Dam Jensen fyri býráðið eftir svar frá Kommunala eftirlitinum í sambandi við eina kæru um ógegni og manglandi málsviðgerð.

Sambært málslýsingini ynskti hon eina viðgerð og støðutakan í býráðnum, so Kommunala eftirlitið kundi viðgera kæruna og koma til eina niðurstøðu.

Men eingin avgerð varð tikin, tí teir sjey fóru av fundinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #