Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum
Vinna

Hagstovan: Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, "Asia annars", "Afrika annars" og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 432 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri nærum 87 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við nærum 1,2 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 292 milliónum krónum, og til Fraklands við 241 milliónum krónum. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður góðar 400 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 244 milliónum krónum.

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Kina, Danmark, Bretland, Niðurlond og Russland. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fleirfaldaður frá umleið 20 milliónum krónum um mánaðin til nú at liggja millum 100 og 150 milliónir krónur um mánaðin.

Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #