Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Árligi vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum var 7% í 2025 samanborið við í 2024.

Talva 1 vísir lønargjaldingarnar í samlaða búskapinum. Lønargjaldingar eru allar útgoldnu lønirnar samanlagt. Tað merkir, at lønargjaldingarnar veksa, tá ið fleiri starvsfólk leggjast afturat starvsfólkahópinum, og tá ið fólk arbeiða yvirtíð ella fáa lønarhækkan.

Árligi vøksturin í samlaðu nominellu lønargjaldingunum hava ligið millum 4% og 7% frá 2021 til 2025. Tað eru fleiri orsøkir til vøksturin í lønargjaldingunum seinastu árini; millum annað lønarhækkan, at summir starvsbólkar hava fingið lønarlyft, og at tað hevur verið vøkstur í starvsfólkatalinum. Vøksturin í lønargjaldingunum hevur í vinnuni og almennu partafeløgunum verið rættiliga støðugur í tíðarskeiðinum 2021 til 2025; millum 4-5%.  Gongdin í tí almenna er ikki heilt hin sama, talva 1 vísir, at vøksturin var slakari í 2022 og 2023 (4% og 5%), enn í 2024 og 2025, tá ið vøksturin í lønargjaldingunum var ávikavist 9% og 6%.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #