Valúrslit: Sjúrður Skaale kann við afturvali á fólkatingsvalinum gerast tann føroyski fólkatingsmaðurin, sum hevur sitið longst á fólkatingi.
Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum er stóri maðurin í føroyskari fólkatingssøgu. Í seks fólkatingsvalskeið og samfull 17 ár upp í slag umboðaði Óli Breckmann Fólkaflokkin á Christiansborg.
Nú hevur Sjúrður Skaale møguleikan at gera honum kynstrið eftir. Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum hevur higartil røkt sessin í sløk 15 ár. Verður Sjúrður valdur týsdagin 24. mars, so er tað fimtu ferð, at hann verður valdur á fólkating, og hann kann í komandi valskeiði eisini gerast tann føroyski fólkatingsmaðurin, sum hevur sitið longst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



