Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Politikkur

Fyrst skulu tingfólk atkvøða um at taka trý mál úr aftur nevnd. Tey snúgva seg um at hækka hámarkið fyri sjúkradagpening, broyta skattalógina og hækka mørkini fyri familjuískoyti. Møgulig onnur viðgerð av hesum málunum er eisini á skránni.

Skattauppskotið fevnir millum annað um hægri samdøgursfrádrátt, at steðga stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum og frádrátt fyri fakfelagsgjald.

Eisini skal uppskotið um at hækka inntøkumarkið, áðrenn mótroknað verður í lestrarstuðlinum, hava aðru viðgerð. Tað sama skulu uppskotini um stutttíðarleigu av bústøðum og yvirtøku av landslæknaembætinum.

Tvær fyrstu viðgerðir eru á skránni. Onnur snýr seg um broytingar á dagstovnaøkinum, millum annað býtið millum land og kommunu, aldursbólkar og námsfrøðiliga ráðgeving. Hin snýr seg um at seta á stovn eitt tilboð um grundútbúgving innan tilbúgving.

Harumframt viðger tingið tilráðingar og frágreiðingar um virksemið hjá Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum.

Tingfundurin byrjaði klokkan 11.

Fylg við her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #