Áhugafelagið Antares vil við hesum gera viðmerkingar til tvær nýggjar greinar, sum hava verið frammi í kjakinum um skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.
Í greinini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, “Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?“, og í oddagreinini hjá VP, “Tað skal loysa seg best at arbeiða í Føroyum“, verður dentur lagdur á, at føroyska vinnan manglar arbeiðsmegi, og at landsstýrið við sínum uppskoti ger tað skattliga meira lokkandi at arbeiða uttanlands.
Tað er sjálvandi eitt skilagott mál, at tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, og at føroyskir arbeiðsgevarar skulu hava góðar møguleikar at manna síni størv. Men kjakið verður ov einfalt, tá ið einans verður hugt at skattligu viðurskiftunum hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, uttan at taka hædd fyri samlaða samfelagsbúskaparliga týdninginum av hesum arbeiðsbólki.
Spurningurin er ikki bara, hvussu nógv landskassin kann fáa meira inn í skatti. Vit eiga eisini at spyrja, hvat føroyska samfelagið kann missa, um vit gera tað minni áhugavert hjá hesum fólkum at varðveita bústað og tilknýti til Føroyar.
Altjóða arbeiðsmarknaðurin er veruleikin
Føroyskir navigatørar og maskinmeistarar, sum arbeiða í altjóða shipping- og offshorevinnuni, eru partur av einum altjóða arbeiðsmarknaði.
Teir kappast ikki við føroyskar arbeiðstakarar um somu størv. Teir kappast við navigatørar og maskinmeistarar úr øðrum londum, sum hava somu útbúgving, førleikar og royndir.
Í hesum sambandi er neyðugt at skilja millum at vera kappingarførur á einum altjóða arbeiðsmarknaði og at fáa ein serligan fyrimun fram um føroyskar arbeiðstakarar.
Tað er ikki eitt krav, at skatturin hjá einum føroyskum navigatøri skal vera lægri enn skatturin hjá einum føroyskum arbeiðara. Men tað er heldur ikki rímiligt at síggja burtur frá, at føroyski navigatørurin kappast við starvsfelagar úr øðrum londum, sum hava aðrar skattligar og sosialar treytir.
Um føroyskir arbeiðstakarar skulu rinda munandi meira enn starvsfelagarnir í øðrum londum, kann tað fáa avleiðingar. Antin mugu lønirnar hækka fyri at javna munin, ella fara fólk at umhugsa aðrar loysnir. Tað kann vera at skifta arbeiði, flyta bústað ella skráseta seg undir eina aðra skattaskipan.
Hetta er ikki bert ein teoretiskur møguleiki. Tað er ein veruleiki á einum altjóða arbeiðsmarknaði, har arbeiðsgevarar hava møguleika at velja arbeiðsmegi úr nógvum londum.
Hvar mangla vit arbeiðsmegina?
Ein av høvuðsgrundgevingunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at føroyska vinnan manglar starvsfólk við røttu førleikunum, og at skattligu broytingarnar kunnu gera tað truplari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at kappast um arbeiðsmegina.
Hetta er ein verulig avbjóðing, sum eigur at verða tikin í álvara. Men spurningurin er, um loysnin er at gera tað skattliga verri hjá føroyingum at arbeiða uttanlands.
Tá ið vit siga, at Føroyar mangla arbeiðsmegi, eiga vit eisini at spyrja: Hvar mangla vit arbeiðsmegina, og hvørjar førleikar mangla vit?
Mangulin er serliga sjónligur innan tænastuvinnurnar, á eldraøkinum og á øðrum økjum, har tørvurin á arbeiðsmegi er stórur. Men eru tað júst navigatørar og maskinmeistarar, sum vit mangla har?
Fleiri enn 1.000 føroyingar við sjóvinnufakligum førleikum arbeiða uttanlands. Føroyar hava ikki arbeiðspláss til øll hesi fólkini innan teirra útbúgving og fakøki.
Skulu vit so vænta, at tey flyta heim og taka størv, sum tey ikki eru útbúgvin til? Ella skulu vit rokna við, at tey skifta yrki og byrja av nýggjum?
Tað kann sjálvandi vera ein møguleiki hjá summum, men tað er ikki ein realistiskur arbeiðsmarknaðarpolitikkur at byggja á.
Um politiska ynskið er, at fleiri av hesum fólkunum skulu arbeiða í Føroyum, má føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini kunna bjóða teimum størv, sum samsvara við teirra útbúgving, førleikar og royndir.
Tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at vit mangla arbeiðsmegi. Vit mugu eisini hyggja at, um vit hava arbeiðspláss til júst tey fólkini, sum vit við skattligum broytingum vilja eggja heim aftur.
Ein milliard krónur í lønarinntøkum
Í desember 2023 almannakunngjørdi Deloitte eina greining av samfelagsbúskaparliga týdninginum av uttanlandsarbeiðandi føroyingum.
Greiningin vísir, at umleið 1.800 føroyingar arbeiða uttanlands, og at teirra samlaða árliga lønarinntøka er umleið ein milliard krónur. Hetta svarar til nærum 5 prosent av føroysku arbeiðsmegini.
Deloitte metir, at uttanlandsarbeiðandi føroyingar árliga geva føroysku almennu kassunum umleið 435 milliónir krónur. Av hesum eru umleið 105 milliónir krónur mettar at stava frá skattum og avgjøldum av avleiddum búskaparligum virksemi.
Ein stórur partur av lønini verður brúktur í Føroyum. Tað merkir, at inntøkurnar skapa virksemi hjá føroyskum handlum, byggivinnu, tænastuvinnum og øðrum fyritøkum. Hetta skapar aftur skattainntøkur og annað búskaparligt virksemi.
Vit tosa sostatt ikki um ein arbeiðsbólk, sum bert flytur virðisskapan úr Føroyum. Vit tosa eisini um ein arbeiðsbólk, sum flytur lønarinntøkur inn í føroyska samfelagið.
Deloitte vísir harumframt á, at uttanlandsinntøkurnar hava ein týdningarmiklan leiklut í at spjaða váðan í føroyska búskapinum.
Føroyar eru eitt lítið og opið samfelag, sum í stóran mun er bundið at fiskivinnu og alivinnu. Um ein av hesum vinnugreinunum verður rakt av einari kreppu, er tað ein fyrimunur, at ein partur av føroysku húskjunum hevur sína høvuðsinntøku úr øðrum londum.
Greiningin vísir eisini, at talið á uttanlandsarbeiðandi føroyingum minkaði í tíðarskeiðnum 2013–2016, tá føroyski búskapurin var í stórum vøkstri. Hetta bendir á, at fólk í stóran mun leita uttanlands eftir arbeiði, tá ið møguleikarnir í Føroyum eru avmarkaðir.
Uttanlandsarbeiðandi føroyingar eru sostatt eisini ein búskaparlig trygd, tá ið føroyski búskapurin er undir trýsti.
Hvat missa vit, um fólk flyta?
Eitt av mest áhugaverdu úrslitunum í Deloitte-greiningini snýr seg um fíggjarligu avleiðingarnar av at avtaka verandi frádráttarskipanir.
Greiningin metir, at ein avtøka kann geva landskassanum eina meirinntøku á umleið 58 milliónir krónur árliga.
Men Deloitte vísir samstundis á, at um bert 130 av teimum umleið 1.000 føroyingunum, sum verða raktir av broytingunum, velja at flyta úr Føroyum, kann øll ætlaða meirinntøkan hvørva.
Hetta er vert at steðga á við.
Tað merkir, at ein skattabroyting, sum á pappírinum gevur landskassanum 58 milliónir krónur meira, kann enda við at geva nógv minni, um fólk velja at flyta bústað og halda fram við sínum arbeiði uttanlands.
Tað er heldur ikki bara skatturin, sum kann hvørva. Við fólkunum fylgja eisini teirra nýtsla, keyp av vørum og tænastum, íløgur í hús og heim og annað virksemi í Føroyum.
Deloitte vísir eisini á, at samlaða lønarinntøkan hjá uttanlandsarbeiðandi føroyingum í 2022 var størri enn samlaðu lønarútgjaldingarnar í fiskivinnuni og tvífalt so stór sum í alivinnuni.
Tí eigur kjakið ikki at snúgva seg um, hvussu vit fáa mest møguligt inn í skatti frá hesum bólki, men eisini um, hvussu vit varðveita ta virðisskapan, sum hesin bólkur longu gevur føroyska samfelagnum.
NAV er ikki ein skattligur fyrimunur
Í greinini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður serligur dentur lagdur á, at føroyingar, sum arbeiða í Noregi, kunnu draga gjøld til norsku sosialu tryggingarskipanina NAV frá í føroyska skattinum.
Vinnuhúsið spyr, hví føroyskir skattgjaldarar skulu vera við til at fíggja hetta.
Her er neyðugt at skilja millum skatt og sosiala trygging.
Tá ein føroyskur fiskimaður arbeiðir í Noregi og er fevndur av norsku sosialu tryggingarskipanini, er gjaldið til NAV ikki eitt sjálvboðið gjald. Tað er ein lógarásett skylda, sum er knýtt at rættindunum í norsku vælferðarskipanini.
Uttan frádrátt ella mótrokning verður arbeiðstakarin í veruleikanum raktur av einari tvífaldaðari fíggjarbyrðu. Hann rindar til norsku sosialu tryggingarskipanina fyri at vinna sær norsk rættindi, samstundis sum hann rindar fullan skatt til føroyska heilsu- og vælferðarskipanina.
Hetta er eitt av høvuðssjónarmiðunum í hoyringssvarinum hjá Antares til Løgtingið.
Har verður eisini víst á, at norski arbeiðsgevarin rindar arbeiðsgevaragjald til Noreg, sum kann vera upp til 14,1 prosent, oman á tryggingargjaldið hjá arbeiðstakaranum. Norski arbeiðsgevarin er sostatt við til at fíggja norsku sosialu tryggingarskipanina.
Tað er tí ikki rætt at lýsa frádráttin sum ein almennan stuðul til útlendska arbeiðsgevaran. Tað snýr seg um at tryggja, at føroyski arbeiðstakarin ikki verður raktur av einari órímiligari dupultari gjaldsbyrðu.
Antares hevur eisini víst á, at tað er neyðugt at kanna, um lógaruppskotið tryggjar eina rímiliga viðgerð av teimum sosialu gjøldunum, sum verða kravd í øðrum londum, og teimum føroysku sosialu gjøldunum.
Veruligu skattainntøkurnar eiga at telja
Antares hevur í sambandi við lógaruppskotið lagt fram eina sjálvstøðuga greining av skattatølunum hjá føroyskum fiskimonnum í Noregi.
Greiningin byggir á tøl frá TAKS fyri árini 2021 til 2025, sum grannskoðari hevur greinað
Hesi tølini vísa, at veruligu skattainntøkurnar ikki samsvara við tær metingar, sum upprunaliga vóru lagdar til grund fyri skattabroytingini.
Eitt dømi er, at talið á føroyskum fiskimonnum í norskum skipanum er minkað munandi. Í offshore segmentinum hjá reiðarínum Olympic er talið av føroyskum sjófólki sambært greiningini minkað við 85 prosentum. Flestu av teimum, sum eru farin úr skipanini, rindaðu allan skattin her heima, men nú eru teir farnir undir DIS
Antares vísir eisini á, at fíggjarmálaráðið metti meirinntøkuna til umleið 22 milliónir krónur, meðan tølini frá TAKS vísa eina munandi størri minking í skattainntøkunum frá hesum bólki. Frá 22 mió meirinntøku til uml 40 mió í minni inntøku.
Hetta vísir, hvussu torført tað kann vera at meta um veruligu avleiðingarnar av skattabroytingum, tá ið arbeiðstakararnir hava møguleika at flyta millum lond og ymiskar skattaskipanir.
Antares hevur tí mælt frá at fremja broytingarnar, áðrenn veruligu búskaparligu avleiðingarnar eru nóg væl lýstar.
Tað er munur á at endurskoða serskipanir og at taka grundarlagið undan arbeiðstakarum
Antares heldur ikki, at allar verandi serskipanir skulu varðveitast, bara tí at tær hava verið til í nógv ár.
Skipanir eiga javnan at verða endurskoðaðar, og tað eigur at verða kannað, um tær framvegis røkja sítt upprunaliga endamál.
Men tað er stórur munur á at endurskoða eina stuðulsskipan, sum ikki longur røkir sítt endamál, og at taka grundarlagið undan føroyskum arbeiðstakarum, sum eru partur av einum altjóða arbeiðsmarknaði.
Tað eigur ikki at vera eitt mál í sjálvum sær at fáa allar føroyingar heim at arbeiða í Føroyum, um vit ikki samstundis hava arbeiðspláss, sum svara til teirra førleikar.
Føroyingar eiga at hava møguleika at brúka sína útbúgving og sínar førleikar, eisini um arbeiðið er uttanlands, uttan at tað samstundis skal vera ein orsøk til at flyta úr Føroyum.
Tað skal eisini loysa seg at búgva í Føroyum
Áhugafelagið Antares er samt í, at tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum, og at føroyskir arbeiðsgevarar skulu hava góðar og javnbjóðis kappingartreytir.
Men tað má ikki vera ein treyt, at øll skulu arbeiða í Føroyum fyri at vera ein virðismikil partur av føroyska samfelagnum.
Uttanlandsarbeiðandi føroyingar eru ein týðandi partur av føroyska búskapinum. Teir hava førleikar og royndir, sum føroyska samfelagið hevur gagn av, og teirra inntøkur skapa virksemi og skattainntøkur í Føroyum.
Vit eiga tí at síggja hesi fólkini sum ein møguleika heldur enn ein trupulleika.
Vit skulu sjálvandi arbeiða fyri, at fleiri føroyingar fáa góð og kappingarfør størv í Føroyum. Men vit eiga ikki at gera tað við at gera tað minni áhugavert hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, at varðveita sítt heim, sína familju og sítt tilknýti til Føroyar.
Tað eigur at vera møguligt at vera føroyingur, búgva í Føroyum, hava familju í Føroyum, rinda sínar skyldur í Føroyum og samstundis arbeiða á einum altjóða arbeiðsmarknaði.
Tí er spurningurin ikki bara, um tað skal loysa seg best at fara til arbeiðis í Føroyum.
Spurningurin er eisini, um tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, hóast arbeiðið er uttanlands.
Magni Skaale
Formaður
Áhugafelagið Antares
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



