Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Vinna

Sambært greiningini, sum Salmon Business endurgevur, kostar tað Bakkafrost umleið 20 danskar krónur meira fyri kilo at framleiða laks í Skotlandi enn í Føroyum.

Ein triðingur av muninum stavar frá hægri smoltkostnaði.

Bakkafrost hevur tí broytt framleiðsluætlanina í Skotlandi og leggur nú størri dent á at seta størri smolt á sjógv. Talið av smolti, sum skal setast út í 2027, er lækkað úr 16 milliónum niður í 11,5 milliónir.

Broytingin skal bøta um yvirlivingina. Sambært Bakkafrost hevur størri smolt eina yvirliving á 84 prosent eftir 12 mánaðir í sjónum, samanborið við 71 prosent hjá smærri smolti.

Fearnley væntar nú, at Bakkafrost fer at taka 36.800 tons í Skotlandi í 2028, meðan felagið sjálvt hevur sett sær 40.000 tons sum mál.

Greiningarfelagið hevur eisini lækkað metingina av rakstrarúrslitinum í 2027 við fimm prosentum.

Hinvegin eru útlitini hjá Havsbrún batnað, og Fearnley hevur hækkað metingina fyri fóðurvirksemið við seks prosentum.

Hóast lækkaða kursmálið mælir Fearnley framvegis til at keypa Bakkafrost partabrøv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #