Granskarar hava staðfest, at upprunalig evropeisk ostra aftur nørist náttúrliga í Dornoch Firth í Skotlandi, har hon hevði verið burtur í meira enn eina øld.
Hetta er eitt stórt framstig fyri verkætlanina Dornoch Environmental Enhancement Project, sum hevur arbeitt við at endurreisa ostrustovnarnar í 12 ár.
Higartil eru umleið 140.000 vaksnar ostrur settar út, og vónin er, at stovnurin kann vaksa til umleið fýra milliónir ostrur og gerast sjálvberandi í 2031.
Ostrur kunnu hjálpa við at reinsa sjógvin, binda botntilfar og skapa livilíkindi fyri onnur sjódjór.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



