Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Onnur tíðindi

Eitt óvanliga opið stríð er íkomið í Skotlandi millum stjórnina og almenna felagið Caledonian Maritime Assets Limited (CMAL), sum hevur ábyrgd av ferjuíløgum.

Skotska stjórnin ætlar at lata skipasmiðjuna Ferguson Marine byggja nýggjar ferjur, sum skulu sigla til skotsku oyggjarnar, uttan vanliga útbjóðing.

Men stjórin í CMAL, Kevin Hobbs, segði mikudagin við eina tingnevnd, at felagið beinleiðis hevur ávarað stjórnina ímóti ætlanini.

Orsøkin er, at skipasmiðjan áður hevur havt stórar seinkingar og kostnaðarhækkingar. CMAL óttast, at hetta aftur fer at ganga út yvir oyggjabúgvarnar.

Skotska stjórnin heldur tó fast við, at tað er umráðandi at varðveita skipasmiðjuna og arbeiðsplássini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #