Søgurnar úr útlondum vóru tríggjar. Fyrsta var ein ávarandi søga frá Fjarskiftiseftirlitinum, fregnartænastuni hjá “danska”politinum og frá “donsku” verjuni Hesi ávarða okkum um vandan fyri uppílegging frá “fremmandum maktum” í føroyska valið- sera aktuelt og forvitnisligt, helt eg.
Men eg gjørdist klókari
Men eg gjørdist klókari, og ikki sørt kløkkur av næstu søguni. Hendan var bygd á frágreiðing frá felagsskapinum” Nordic Safe Cities”, ið er staðsettur í “Copenhagen og Oslo”. Hesi vísa á amerikumenn sum stóru fíggindar okkara. Grundgivið verður við ávirkan amerikumenn á grønlendska valið.
Eitt kærkomið wake-up call
Eitt ávarðingarróp frá amerikanska forsetanum vakti danir úr djúpum svøvni. Hálvvaknaðir hildu teir, kropp á kroppi, á “pílagrímsferðir” til gloymda landið, Grønland. Við sær høvdu teir nærum óavmarkaðar peninganøgdir, umframt umberingar fyri bæði eitt og annað- drivnir av áralangari ringari samvitsku.
Hetta wake-up kallið frá amerikumonnum, verður í dag skýrt sum eitt álop á fólkaræði.
Góðan morgun útvarp Føroya!
Kaja Kallas
Sum prikkurin yvir i’ið kom so dagsins boðskapur frá Eslendska uttanríkisstjóranum í ES, Kaju Kallas, sum sigur seg halda:
-
at USA roynir at skapa sundurlyndi og spjaðing í Evropa og gera ES veikari.
-
at tað er av týdningi, at fólk skilja, at USA týðiliga vil skapa spaðing í Evropa.
-
at USA dámar ikki ES,
-
at ES-londini eiga at standa saman móti USA, tí eimum dámar ikki, at vit standa saman.
Nei, tíverri hevur Putin annað at gera
Nei ikkki er Putin settur í starv í Kringvarpinum, hann hevur enn úr at gera við at oyða mannalív.
-
Umleið 1000 av egnu soldatum sínum hevur hann sent í deyðan hvønn einasta dag seinastu trý árini, samanlagt fleiri enn 1. Mió. Harumframt koma tey túsundatals óseku civilu í Ukraina
-
Og umframt hetta stríðist hann við andstøðupolitikarar sínar. Nøkur verða varpaði út gjøgnum háhúsvindeygu (gjarna í sjúkrahúsum), onnur doyggja í flogvanlukkum og uppaftur onnur verða eitraði runt allan heim.
Nú mundi eg gloymt.
Orsakað, nú mundi eg gloymt at nevnt, at eg fari at gera sum útvarpstíðindini bóðu meg gera, eg fari at:
-
at vera árvakin og brúka vit og skil, og ikki trúgva øllum, tú sært á netinum.
-
og kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama.
Jenis av Rana - Miðflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



