Tað eru eftirhondini nógv ár síðani, Vónin kom á marknaðin við svartkjaftatrolinum Gannet2300. Seinni kom Gannet2600, ein uppskalering av tí fyrra. Tølini siga, hvussu nógv trolið gapar – hvussu víða fremstu meskarnir røkka. Tað hevur týdning, tí uppsjóvarfiskur verður rikin aftur gjøgnum trolið og inn í bellin, áðrenn hann endar í posanum. Og tí ber til at brúka meskar, sum eru ávíkavist 64 metrar og 72 metrar stórir til at fiska svartkjaft, ið er umleið 30 sentimetrar til longdar.
Nú vildu vit gera eitt enn størri svartkjaftatrol, sigur Jógvan S. Jacobsen, søluleiðari á uppsjóvardeildini hjá Vónini, sum lýsir avbjóðingina soleiðis:
- Vit kundu ikki bara halda fram við at uppskalera verandi trol. Tað gevur stórar slakkar og buktir í leggirnar í fornetinum, serliga tá trolið verður koyrt út og tá tað verður hálað inn. Tá er lætt at fløkja kemur í.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



