Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken
Onnur tíðindi

Ein smábátur sum var staddur undir Vágalandinum, millum Oyrargjógv og Slættanes, fór knappliga at leka og sakk stutt eftir. Tað skrivar Vørn. Hendingin var leygardagin, og tveir mans, sum vóru í bátinum, fingu givið boð frá sær, og blivu sostatt bjargaðir, áðrenn bátur teirra fór til botns.

Eisini komu boð frá einum trolara sum var staddur vestanfyri, at hann hevði fingið maskinbrek og fekk ikki siglt. Teir hildu, at um teir fingu ein eykalut, so fór at bera til, og tí fór Rescue Lív á miðari nátt út við hesum eykalutinum. Maskinan fekst tá í gongd aftur, og trolarin fekk siglt víðari. Hjálparveitingin tók hálvan triðja tíma, skrivar Vørn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #