Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Vinna

Fiskamarknaðurin: Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri og fiskar mest hýsu og so nakað av toski. Landar miðskeiðis ella síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski, meðan skipini við Føroyar fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin verður brúkiligur tað mesta av vikuni. Veðrið verður vánaligt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So tað verður nakað av útróðri síðst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Landar fyrst í vikuni. Ein er júst byrjaður nýggjan túr, so tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti.

Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Fiskaríið er smáligt.

Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu. Eisini fáa teir nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #