Fiskamarðnaðurin: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verið á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.
Streymurin verður harður alla vikuna og veðrið verður heldur ikki gott, so vit rokna við lítið av útróðri hesa vikuna.
Tríggir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum. Væntandi landa tveir í vikuni. Ein er á djúpum sjógvi og fiskar mest av blálongu og annan djúpvatnsfisk. Hann landar fyrst í vikuni.
Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fleiri landa í vikuni.
Tríggir trolbátar eru til fiskarí. Teir fiska mest av havtasku, toski og hýsu. Allir landa í vikuni.
Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligtligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



