Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Líðing eigur so vítt møguligt at vera ein læra - ikki ein tilvera
- úr Børkuvísum
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi avstað í vikuskiftinum. Tveir eru á Flemish Kap, ein er við Eysturgrønland, sjey fiska við Føroyar. Skipini á Flemish Kap og við Eysturgrønland fiska tosk, meðan tey við Føroyar fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Onkur hevur eisini verið á Føroya Banka.

Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini gott fyrst í vikuni, men verri seinni, so vit rokna við nakað av útróðri fyrst í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum. Báðir landa í vikuni. Ein fiskar á djúpum vatni og fiskar svartkalva, blálongu og annan djúpvatnsfisk. Eisini hann landar í vikuni.

Øll pørini eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fiskaríið er smáligt.

Tveir trolbátar eru úti og fiska havtasku, tosk, hýsu, upsa og longu. Báðir landa í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #