Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi
Vinna

SMS-samtakið hevði eitt avlop eftir skatt upp á 30,7 milliónir krónur í roknskaparárinum frá 1. mars 2025 til 28. februar 2026.

Nettosølan var 794,4 milliónir krónur, meðan bruttoúrslitið var 221,3 milliónir. Úrslitið áðrenn av- og niðurskrivingar, EBITDA, var 75,7 milliónir krónur. Áðrenn skatt var avlopið 36,6 milliónir krónur.

Størsti parturin av inntøkunum komu frá sølu av matvørum, sum gav 762,5 milliónir krónur. Leiguinntøkurnar vóru knappar 32 milliónir krónur. Samtakið rekur millum annað Bónus-, Miklagarð- og Mylnu-handlar, matstovur og fleiri handilsbygningar.

SMS gjørdi í roknskaparárinum íløgur fyri góðar 81 milliónir krónur. Við ársenda vóru ognirnar 512,4 milliónir krónur verdar, meðan eginognin var 182,9 milliónir. Samlaða skuldin var 314,7 milliónir krónur.

Í miðal vóru 327 starvsfólk í samtakinum, samanborið við 314 í undanfarna tíðarskeiði.

Leiðslan sigur, at úrslitið var á leið sum væntað, og hon væntar eitt úrslit á sama stigi í 2026/27. 

Samanberingartølini fyri undanfarna roknskaparár fevna bert um januar og februar 2025, tí roknskaparárið varð broytt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #