Soleiðis fert tú fram við einum rossi, tá ið tú súkklar
-
Súkkla spakuliga: Set ferðina niður langt áðrenn, tú kemur í nánd av rossinum.
-
Ver spakførur: Mæl okkurt við mjúkligari rødd, so at rossið varnast, at tú ert eitt menniskja.
-
Spyr: Spyr reiðfólkið blídliga, um tað er í lagi, at tú fert framvið.
-
Gev pláss: Far fram við rossinum við rúmari frástøðu, so at bæði ross og reiðfólk síggja teg.
Høgni Mohr
súkklulogur
Tekning: Napoléon Smith
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



