Á ellisárum veitst tú endiliga alt. Men so byrjar tú at gloyma
- hin gloymski

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á ellisárum veitst tú endiliga alt. Men so byrjar tú at gloyma
- hin gloymski
Onnur tíðindi

IRF: IRF og G! festivalurin fara saman undir eitt átak, sum skal halda festivalin reinan fyri stubbar og snús.

Endamálið er einfalt: Syðrugøta skal vera líka vøkur aftaná festivalin, sum hon var áðrenn.

Mett verður, at fólk fara at blaka upp ímóti 30.000 – 40.000 sigarettstubbar og snúsposar frá sær teir tríggjar dagarnar á G!

Stubbar og snúsposar, sum liggja og rekast, eru til ampa fyri djór og børn og skaða umhvørvið. Tí vilja IRF og G! hjálpa gestunum at sleppa sær av við stubbar og snús á rættan hátt.

Á festivaløkinum verða stubbarør sett upp/uppsett, og gestirnir kunnu fáa ókeypis stubbalummar, sum gera tað lættari at goyma stubbar og snús, til teir kunnu latast á rætta stað.

Sóljurnar vitja
Millum gestirnar á G! í ár verða Sóljurnar hjá IRF. Sóljurnar fara at ganga ímillum festivalgestirnar við einum smíli, stubbalummum og vegleiðing um, hvar næsta stubbarør er.

Ein stubbi ella snúsposi í rørinum munar kanska ikki nógv, í sær sjálvum, men tá hundratals festivalgestir gera tað sama, sæst munurin.

 “Vit vilja heldur rætta gestunum eina hjálpandi hond enn ein peikifingur. Smáar gerðir gera stóran mun” sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF.

Eftir festivalin verður gjørt upp, hvussu átakið hevur hepnast, og hvørjar royndir kunnu takast við til komandi festivalar.

Átakið og sóljurnar kunnu fylgjast á sosialu miðlunum hjá IRF dagarnar 16.-18. juli her:

https://www.facebook.com/irfleirvik

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #