Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna 
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum 
Evni: Bróstkrabbaskanningar

Spurningar:   
1. Eru ætlanir um at byrja MR-bróstkrabbaskanningar í Føroyum?

2. Um ja, nær kunnu hesar skanningar fara í gongd?  

3. Hvørji kundu serstakliga havt gagn av MR- bróstkrabbaskanningum í mun til mammografi, sum nýtt verður í Føroyum í dag at kanna og staðfesta bróstkrabba?

4. Hvørjir møguligir fyrimunir eru við MR-bróstkrabbaskanningum í mun til mammografi og eru nakrir vansar?

5. Hvør er metti kostnaðurin av lutvíst ella heilt at skifta frá verandi kanningarhátti og til alternativa kanningarháttin?

Viðmerkingar: 
Ein krabbasjúka, sum rakar nógvar kvinnur, er bróstkrabbi, og tí mugu vit sum samfelag gera okkara besta at finna krabban so skjótt og væl sum til ber. Og tá um fyribyrgjandi átøk og viðgerð ræður, so er neyðugt at eftirmeta tað, sum verður gjørt.

Tá kvinnur skulu kannast fyri bróstkrabba í dag, so verður mammografi nýtt, tað undirritaða veit um. Vit vita, at í øðrum londum verður eisini MR-skanning nýtt til at staðfesta bróstkrabba – í størri ella minni mun.

Spurningurin er, um farast skal yvir til tann háttin her í Føroyum? Og um ja, so í hvussu stóran mun?

Skal mann fara eftir at kanna ávís við MR-skanning? Um so er, hvørji?

Ella skal mann sum frá líður flyta allar bróstkrabbakanningar yvir til MR-skanning?

Nú tá 3Tesla skannari er i landinum og farið er í holt við at kanna fyri prostatakrabba við hesum tóli, so kemur tann nærliggjandi spurningurin: hevði tað verið ein fyrimunur eisini at farið undir bróstkrabbaskanningar í Føroyum?

Hvat skal til?

Hvørjir vansar kunnu vera við hesum báðum kanningarháttum?

Vit vita, at mammografi kann vera pínufult, og fólk spyrja seg, um hendan kanning møguliga kann hava neiligar fylgjur. Hvussu er við neiligum fylgjum av hesum báðum kanningarháttum, mammografi og MR-skanning?

Og so er tað kostnaðurin av teimum ymsu kanningarháttunum. Hvør er munurin á kostnaði at skanna heldur enn at gera mammografi? Hvør er metti kostnaðurin av at flyta ein part ella allar bróstkrabbakanningar yvir í MR-skanning?

Eitt er vist, at hesir spurningar mugu takast við í eina meting av, hvørjir kanningarhættir í framtíðini skulu  nýtast í Føroyum til at finna og staðfesta bróstkrabba. Tí v rða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 12. november 2025 
Hanna Jensen            

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo