Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður 
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni: Markamót millum ræðisrættin hjá festara og onnur samfelagslig áhugamál

Spurningar:   
1. Er tað rætt skilt, at festirættur sambært løgtingslóg um landsjørð verður latin við tí endamáli at tryggja landbúnaðarliga nýtslu av landsjørð, og at teir rættir og tær heimildir, sum festarin fær tillutað, í útgangsstøðinum eru knýtt at hesum endamáli?

2. Er tað fatanin hjá landsstýrismanninum, at ein festari fær tillutaðar aðrar heimildir enn tær, sum eru neyðugar fyri landbúnaðarliga nýtslu av festinum, og um so er, hvørjar eru hesar heimildir, og hvat er rættarliga grundarlagið undir teimum?

3. Er tað rætt skilt, at tað, at vera festari av landsjørð, ikki í sjálvum sær gevur heimild at umsita onnur samfelagslig áhugamál enn tey, sum hoyra undir landbúnaðarligu nýtsluna av festinum, harundir fornminni, kirkjur, mentanarsøgulig virði, náttúruvirði og almenna ferðslu? 

4. Um svarið til spurning 3 er nei, hvør er tá fatanin hjá landsstýrismanninum av markinum millum tann landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festaranum og onnur almenn áhugamál og heimildir, sum eru knýtt at sama øki, men sum aðrir almennir myndugleikar enn landbúnaðarmyndugleikin varða av?

5. Er tað fatanin hjá landsstýrismanninum, at tað, at eitt fornminni, ein kirkja ella annað mentanarsøguligt virði er staðsett á einum festi, í sjálvum sær gevur festaranum heimild at regulera almenna atgongd til virðið ella krevja gjald fyri slíka atgongd?

Viðmerkingar: 
Í almenna kjakinum sæst tann fatan, at tað, at hava landsjørð í festi, í sjálvum sær gevur einum festara víðfevndan ræðisrætt yvir øllum virðum, sum eru staðsett á festinum.

Festiskipanin er skipað sum ein landbúnaðarrættarlig skipan, har landsjørð verður fest til landbúnaðarliga nýtslu. Samstundis eru onnur samfelagslig áhugamál, harundir náttúruvernd, fornminni, mentanararvur, kirkjur og reglur um almenna ferðslu, skipað við serstakari lóggávu og umsitin av ymsum myndugleikum.

Tí er tørvur á at fáa staðfest, um tað er fatanin hjá landsstýrismanninum, at festirætturin í sjálvum sær gevur festaranum heimild at umsita slík virði og áhugamál, ella um slík heimild krevur annað sjálvstøðugt rættarligt grundarlag.

Spurningarnir snúgva seg sostatt ikki um eina einstaka hending, men um grundleggjandi markamótið millum landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festaranum og aðrar almennar heimildir og samfelagslig áhugamál, sum kunnu vera knýtt at sama øki. 

Á Løgtingi, 2. september 2026 
Bjarni Kárason Petersen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #