Trygdarráðið hjá ST hevur samtykt eina amerikanska yvirlýsing um Gaza við 13 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Russland og Kina atkvøddu ikki.
Sagt verður, at hetta er eitt týðandi til stig til tess at varðveita skroypiligu vápnahvíldina og tryggja varðandi frið í Gaza, har kríggj hevur verið í meira enn tvey ár ímillum Ísrael og Hamas. Fleiri arabisk og islamisk lond hava sagt, at júst henda samtyktin hevur nógv at siga fyri tey, skulu tey senda herfólk til eina slíka altjóða herdeild.
Tað er amerikanski forsetin, Donald Trump, sum eigur hugskotið. Hann verður sjálvur formaður í einum nýggjum Friðarráði sum skal hava víðfevnt mandat og skal sita til endan av 2027.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



